VINNARIN AV FT GAME JAM 2018, GJØRDIST BÓLKURIN DÉJA VU!

Tey 5 í bólkinum eru; Harald í Kalvalið, Jógvan í Garði, Karsten T. Petersen, Birgir Matras Simonsen og Lív Eyðunsdóttir Drewsen (væntar á myndini)

Í vikuskiftinum savnaðust spælsmiðir á Føroya Tele at framleiða telduspøl.

Aftur í ár hava Íverksetarahúsið og Føroya Tele tikið stig til at skapa neyðugu umstøðurnar til at gera kappingarfør telduspøl í Føroyum, við tiltakinum FT Game Jam 2018.

Í 48 tímar framleiddu luttakarnir eitt KT-spæl, har temaði var ”Framdráttur”. Tiltakið eydnaðist sera væl, 30 luttakarar vóru tilmeldaðir, sum síðan skipaðu seg í 7 bólkar.

Vinnarnir í ár, Déja Vu, við spælinum Synth Tax, vunnu við tí grundgeving at spælið var sera orginalt, nógvur framdráttur, góður spenningur, eitt gjøgnumhugsa konsept og dómarnir sóðu eisini góðar møguleikar, at koma út á heimsmarknaðin við hesum spælinum.

Her ber til at síggja, tá ið dómsnevndin kunngjørdi vinnarin; https://www.facebook.com/iverksetarahusid/videos/162725901335186/

Í ár var vinningurin luttøka á heimsins størstu ráðstevnu fyri spælmenning, Game Developers Conference, GDC, í San Francisco, sum fer av bakkastokki 18-22 mars 2019.

Heimsmarknaðurin fyri telduspøl er risastórur og tí vildu vit hava ein vinning sum gevur vinnandi bólkinum møguleika at koma inn á hendan marknaðin. Hetta hevur verið møguligt við góðum stuðli frá fyritøkunum; Klintra, Elektron, Nema, Formula, Vinnuframa, Atlantic Airways, Fonn Flog og Føroya Bjór, ið allar hava stuðla tiltakinum.

Les meira um FT GameJam og ráðstevnuna GDC her:

http://www.iverksetan.fo/ft-game-jam-2018-i-nyggjum-snidi/

http://www.gdconf.com