Vinnarin av FT GameJam 2019

Íverksetarahúsið

j

22/09/2019

Vinnarin av FT GameJam 2019 –  bólkurin WELLBEINGS, við spælinum LAST DROP!

Teir 5 í bólkinum eru: Allan Korsager Davidsen, Bartal Clementsen, Rói Holgarsson, Kristjan Gásadal og Baldur Meitel, ið tilsamans skipa bólkin WELLBEINGS. 

Teir hava, saman við 20 øðrum luttakarum, luttikið í kappingini FT GameJam, sum hevur verið í vikuskiftinum í Klingruni hjá Føroya Tele. 

Aftur í ár hava Íverksetarahúsið og Føroya Tele tikið stig til at skapa neyðugu umstøðurnar til at gera kappingarfør telduspøl í Føroyum, við tiltakinum FT GameJam. 

Í 48 tímar framleiddu luttakarnir eitt telduspæl, har temaði í ár var ” Tey 17 Heimsmálini”.

Vinnarnir í ár, WELLBEINGS, við spælinnum LAST DROP, vunnu við tí grundgeving at spælið var sera orginalt, góður spenningur, eitt gjøgnumhugsa konsept og dómarnir sóðu eisini góðar møguleikar, at koma út á heimsmarknaðin við hesum spælinum.

Her ber til at síggja, tá ið dómsnevndin kunngjørdi vinnaran; https://www.facebook.com/iverksetarahusid/videos/514054979408400/

Í ár var vinningurin 10.000,- kr. frá Føroya Tele og 10.000,- kr. frá Elektron. Umframt peningaligu upphæddina, vinna teir eisini ráðgeving frá Vinnuframa á viðri 10.000,- kr. 

Vit vilja fegin takka Føroya Tele, Elektron, Vinnuframa og Føroya Bjór fyri teirra stuðul til tiltakið. 

Les meira um FT GameJam her