Vinnarar FT GameJam 2016: Hide&Snek

Íverksetarahúsið

j

14/06/2016

13446158_10153559433940264_157864202_o

Evnið á FT GameJam 2016 var ‘krógva og blunda’. Úr hesum komu sjey rættiliga ymisk og spennandi spøl frá teimum sjey bólkunum sum arbeiddu alt vikuskiftið uppi í Føroya Tele.
Spælið hjá vinnandi bólkinum nevnist “Hide and Snek”. Tað er ein leitikapping millum ein bláan og ein reyðan spælara á einum skermi. Spælararnir skiftast um at fjala seg og at leita í einari lítlari 2D labyrint. Tann, sum fjalir seg, er bara sjónligur av og á, og kann flyta seg runt millum smáu kassarnar á skerminum. Tann, ið leitar, fangar hin við at raka hann á skerminum. Einasti mátin at verja seg hjá tí, sum fjalir seg, er at flyta seg undan og royna at raka eina av gulu kontaktunum, sum gera, at spælararnir býta um leiklutir. Vinnarin er tann, sum fyrst finnur hin 12 ferðir.