D8F6D358-2A92-4DAE-B186-35A6AE7B117C

Vinnandi hugskotið í Startup International er nú ein verulig fyritøka

Hjúnini Milicia og Zeljko Bogdanovic eiga og reka nýggju fyritøkuna Top Shine í Klaksvík. Hetta hevur longi verið ein tanki og ein dreymur hjá teimum, og umvegis integratiónspolitikkin hjá Klaksvíkar Kommunu og Startup International, er dreymurin nú vorðin veruleiki.

Klaksvíkar býráð samtykti hin 30. apríl 2015 ein integratiónspolitik fyri kommununa, har eitt av lyklaorðunum er “Máttmenning”. Máttmenningin snýr seg um at geva tilflytarum neyðugu amboðini og møguleikarnar fyri sjálvi at taka virknan lut í samfelagnum, og hetta var grundarlagið undir Startup International, sum Klaksvíkar Kommuna saman við Íverksetarahúsinum skipaði fyri í mai mánaði.

– Nógvir tilflytarar koma til spentir til Føroya við nógvari orku. Men tey uppliva eisini ofta ein mentanarhvøkk, sum tekur dirvið og sjálvsálitið frá teimum, sigur David Im, sum er intergratiónssamskipari. Hann leggur afturat, at endamálið við Startup International er eitt nú at styrkja sjálvsálitið hjá tilflytarunum og máttmenna tey til at taka virknan lut í føroyska samfelagnum.

Startup hevur givið møguleikar
Milicia og Zeljko áttu vinnandi hugskotið í kappingini, og tey vunnu tí 10.000 krónur fyri Top Shine- virkisætlanina, sum dómarnarnir mettu vera einkla, nýtiliga og kostnaðareffektiva. Fyritøkan bjóðar reingerð av bilum, umframt voksviðgerð, boning o.a.

Eigararnir eru fegnir um luttøkuna í Startup International: – Vit hava hugsað um Top Shine longi, og Startup International gav okkum bæði møguleika fyri at skipa hugskotið til eina ætlan, umframt nógva nýggja og virðismikla vitan, sum vit annars høvdu verið fyriuttan, sigur Milicia.

Hugskotið til fyritøkuna komst upprunaliga av, at Milicia og Zeljko bæði hava lagt til merkis, at nógvir skitnir bilar eru at síggja í Føroyum. Nú er hugskotið so ment til eina fyritøku, og tey bæði eru sera spent at byrja virksemi – nú gleða vit okkum at fáa skitnu bilarnar av vegunum, siga tey bæði smílandi.