Verkstova um innovatión

Íverksetarahúsið

j

14/12/2016

Í vikuni høvdu vit vitjan av dugnaligum íverksetaranæmingum frá Skúlanum við Løkin. Næmingarnir, sum luttaka í íverksetarakappingini SkúlaFM, vóru á verkstovu hjá Íverksetarahúsinum um at skapa virði fyri kundan. Á verkstovuni lærdu næmingarnir m.a. at arbeiða innovativt við nýggjum hugskotum. T.v.s. hvussu hugskot verða ment til lidnar vørur, sum kunnu seljast.

Harumframt greiddi Bjørg Jacobsen, produktmennari, frá, hvussu Føroya Tele arbeiðir við produktmenning umframt at næmingarnir vitjaðu tvær spennandi innovativar fyritøkur í býnum, MP teknik og Look North.