Patentir stóran týdning fyri føroyska búskapin

Íverksetarahúsið

j

14/02/2010

torbenTorben Rasmussen, patentráðgevi hjá International Patentbureau

Í farnu viku setti Íverksetarahúsið ferð á fleiri av teimum mongu patent verkætlanunum, sum hava fingið og fáa ráðgeving í húsinum.

Sum ein lið í samstarvinum, sum Íverksetarahúsið hevur við International Patentbureau, var patentráðgeving Torben Rasmussen á arbeiðsvitjan.

Saman við honum vórðu 12 ymiskar verkætlanir gjøgnumgingnar. Torben Rasmussen metti tær flestu verkætlanirnar at verða rættuliga áhugaverdar, við góðum møguleikum fyri patentering.

Fimm av íverksetunum valdu beinanvegin at seta gongd á verkætlanirnar við eini sokallaðari ‘nýggjheitskanning’, meðan bíðað verður nakað við restini.

Samlaða patent tilgongdin er ikki so einføld at fara í holtur við, og tí er hendan ráðgeving eitt prioriterað øki í Íverksetarahúsinum.

Tað ber ikki til at siga, hvussu nógv føroysk hugskot og verkætlanir eru patenteraðar, tí Føroyar hagtalsliga eru saman við Danmark.

Men givið er, at tað loysir seg hjá okkum at hava eina virkna patent strategi og fáa so nógv av hugskotstilfeinginum patenterað, sum møguligt. Tí jú fleiri patentir, vit fáa hendanvegin, jú fleiri framleiðslur kunnu vit fara undir, hóast vit hava frásstøðuna til teir stóru marknaðirnar sum ein negativan kappingarførleika.

Tann verjan, sum patentir tryggja, ger tað tískil møguligt at fara undir nýggjar framleiðslur í Føroyum.

Síðani óvissu búskaparútlitini byrjaðu at gera um seg seinasta heyst, er talið av fólkum, sum hava søkt ráðgeving í Íverksetarahúsinum, munandi økt. Harímillum serliga ráðgeving innan patentøkið.

Vit kunnu sostatt á ein hátt sanna, at tíðir í mótgongd sanniliga loysa óroyndar møguleikar úr hafti.

Gamalt var, at neyðin lærdi nakna kvinnu at spinna.