Spælmenning í gongd av álvara

Íverksetarahúsið

j

29/05/2015

Á myndini eru nøkur umboð fyri teir báðar bólkarnar, sum nú arbeiða við sínum telduspølum, og Brynhild Absalonsen, samskipari á Vinnuframa, á fundi í Spælsmiðjuni á Lützenstrøð í Havn

Á myndini eru nøkur umboð fyri teir báðar bólkarnar, sum nú arbeiða við sínum telduspølum, og Brynhild Absalonsen, samskipari á Vinnuframa, á fundi í Spælsmiðjuni á Lützenstrøð í Havn

Nú er av álvara komin gongd á menning av telduspølum í Føroyum. Tveir av bólkunum frá FTGameJam 2015 arbeiða nú við at menna spælini liðug við útgávu fyri eyga. Báðir bólkarnir halda til á Spælsmiðjuni hjá Íverksetarahúsinum

FTGameJam varð hildið fyri triðju ferð 23. til 25. januar 2015. Stutt sagt snýr tiltakið seg um, at bólkar verða skipaðir, sum so hava avmarkaða tíð – 48 tímar í hesum førinum – at menna eitt telduspæl frá grundini. Tema var ein spurningur; hvat gera vit nú?

Tvey av spølunum hava søkt um og fingið játtað menningarstuðul frá Vinnuframagrunninum. Tey bæði eru Wormsteak, sum varð kosið besta spæl í FTGameJam 2015, og What Now Teddy? Báðir bólkarnir hava innivist á Spælsmiðjuni á Lützenstrøð í Havn.

Søgan í Wormsteak er, at narkir ormar liva í einum búffi, sum onkur etur. Spælið gongur so út upp á at yvirliva og koma ígjøgnum eitt fíggindaligt umhvørvi í maganum á tí, sum hevur etið. Søgan í What Now Teddy er, at ein smádrongur – hann eitur Teddy – vaknar upp á miðjari nátt, og streymurin er farin. Drongurin er bangin fyri myrkri og má renna undan og krógva seg fyri trøllum.

Tað krevur nógvar ymiskar førleikar at gera eitt telduspæl við øllum tí, sum hoyrir til. Forritan, grafikkur, ljóð, søga, og so nógv annað alt eftir tí einstaka spælinum. Samstundis er tað arbeiðskrevjandi at framleiða telduspøl, sum eru kappingarfør á tí risastóra marknaðinum, sum telduspælmarknaðurin er.

Í grannalondum okkara hevur tað eydnast at framleiða telduspøl og at gera seg galdandi á altjóða marknaðinum. Higartil hevur tað ikki eydnast hjá nakrari fyritøku í Føroyum at sláa ígjøgnum á tí marknaðinum. Nú verður so ein roynd gjørd at framleiða tvey telduspøl í Føroyum.