Hvørt ár skipar Íverksetarahúsið fyri tiltakinum Kvinnur Megna,har fokus verður sett á vinnuliga væleydnaðar kvinnuligar íverksetar. Tiltakið er ársins týdningarmesta netverksdag fyri kvinnuligar íverksetarar, sum megna!
Megnarprísurin
Fastur táttur á tiltakinum Kvinnur Megna, er at Íverksetarahúsið og Kvinna lata Megnarprísin til eina kvinnu, sum
- hevur víst góð úrslit
- hevur víst nýhugsan
- hevur givið øðrum kvinniligum íverksetum íblástur
- hevur víst árræði og dirvi
Øll kunnu tilnevna eina kvinnu til heiðurin, men ein dómsnevnd tekur endaliga støðu til, hvør fær heiðurin.
[catlist name=KvinnurMegna numberposts=10 pagination=yes instance=1]