Deirdre Hansen er knýtt at Fjarnám sum yrkis- og lestrarvegleiðari.

Ger eina avtalu um vegleiðing við at ringja á tlf. 288743 ella nýtlsu av lestrarumstøðum við at skriva til fjarnam@fjarnam.fo

Fjarnám bjóðar tær sum borgara í Klaksvíkar kommunu vegleiðing í spurningum í samband við yrkis (arbeiðs)- og lestrarvegleiðing. Ivast tú í at fara undir útbúgving, tørvar tær uppstigan ella avbjóðingar av onkrum slag, kennir tú teg uppsteðgaðan, vilt tú mennast, ivast tú í, hvørjum tú vilt arbeiða við, ert tú lesandi og hevur trupulleikar av onkrum slag, so er hetta nakað, ið Deirdre fegin vil vegleiða tær í og er útbúgvin til.

Tú ert eisini vælkomin at nýta lestrarhølir okkara í styttri tíðarskeið í samband við uppgávurskriving ella líknandi. Her kanst tú samskifta við onnur lesandi og fáa vegleiðing í uppgávuspurningum, umframt at sparring og samstarv við íverksetar og vinnulívið hevur víst seg at rigga ótrúliga væl.

Gongdin í samfelagnum seinastu árini hevur verið merkt av, at fólk flyta úr útjaðaranum og Føroyum sum heild í styttri og longri tíðarskeið at fáa útbúgving og førleikamenning.

Fjarnám varð stovnað í 2013 av Klaksvíkar kommunu fyri at geva borgarum sínum møguleika fyri útbúgving og førleikamenning í nærumhvørvinum. Í samstarvi við Íverksetarahúsið varð farið at skipa eitt lestrarumhvørvi í gomlu skrivstovuni hjá Kjølbro á Garðavegi 57, har Íverksetarahúsið eisini heldur til. Fjarnám varð alment opið 10. desember 2013 og byrjaði at kunna um fjarlestrarmøguleikar í januar 2014.

Um ársskiftið 2014/15 varð íløga gjørd í nýggja og framkomna tøkni til tess at kunna vera í Klaksvík og fylgja undirvísing, fyrilestrum, fundum og øðrum umvegis internetið. Útgerðin hevur verið brúkt til at fylgja undirvísing í Føroyum og aðrastaðni, umframt at próvtøkur eisini hava verið hildnar í Íverksetarahúsinum umvegis internetið.

Hølini og útgerðin hjá Fjarnámi verða nógv brúkt á Fróðskaparsetrinum av læraralesandi, námsfrøðilesandi, umframt av fólki, sum lesa uttanlands og sum hava verið heima í styttri tíðarskeið. Frá februar 2015 er samstarvið við Fróðskaparsetrið víðkað til eisini at fevna um undirvísing í løgfrøði.

Í stýrinum fyri Fjarnám sita Kristian Eli Zachariasen, formaður, Gunnvá við Keldu, nevndarlimur, og Maiken Skarðenni, nevndarlimur.

 

[catlist name=fjarnám numberposts=10 pagination=yes instance=1]