Netverkskvøld

Sum nakað nýtt skipar Íverksetarahúsið fyri eini røð av netverkskvøldum har íverksetarar og áhugaði hava møguleika at hittast til fyrilestur, kaffi og prát.

Íverksetar standa javnan við felags avbjóðingum, og vit halda tað verða upplagt at skapa eitt forum har høvi er at venda avbjóðingum, royndum og úrslitum við onnur í somu støðu.

Kvøldini verða skipaði einaferð um mánaðan, við fyrilestri ella workshop um skiftandi evni, og so verður høvi at skapa sær eitt netverk, at fáa eitt prát við líkasinnaði, fyrilestrahaldaran og sjálvandi við okkum í íverksetarahúsinum.

Tiltøkini eru ókeypis og øll eru vælkomin.

Tilmelding til hvørt tiltak fer fram við at senda teldupost til is@iverksetan.fo. Plássið er avmarkað.