Um Íverksetarahúsið
Íverksetarahúsið er sjálvsognarstovnur við heimstaði í Klaksvík. Endamálið er at birta uppundir íverksetan av nýggjum vinnum og at menna verandi vinnur.

Tað verður m.a. gjørt við at ráðgeva, skipa fyri skeiðum og øðrum útbúgvingarligum virksemi, umframt at útleiga høli til íverksetarar, sum ætla at byrja egna fyritøku.

Hevur tú eitt hugskot, ert tú vælkomin at seta teg í sambandi við Íverksetarahúsið á 459700, ella senda ein teldupost til iverksetan@iverksetan.fo.

Vit kunnu geva tær eina second opinion, og gera eina meting av tínum hugskotið. Vit brúka meginpartin av okkara tíð at ráðgeva íverksetum og satsa uppá, at nakað ítøkiligt skal spyrjast burturúr hvørja fer.