TrawlCamera hjá JT electric

Live myndir beinleiðis frá trolinum upp til stýrhúsið

Í 2005 byrjaði JT electric at menna eina eind, sum skuldi klára at taka upp video, lýsa upp undir vatni og koyra uppá battarí.

Árið eftir var fyrsta eindin klár til levering, og sum árini gingu mentist eindin bæði í førleikum, stabiliteti og sniði.

Í 2017 er TrawlCamera selt í 18 ymiskum londum og er, sum einasta skipan á marknaðinum, før fyri at senda myndir tráðleyst frá trolreiðsskapinum upp til skipið.

Seinastu árini hevur JT electric arbeitt við at menna egna upptakara, tí eingin nøktandi finst á marknaðinum í dag. Hesin upptakaran, sum stendur á gáttuni og er við at verða klárur, fer at lata nógvar spennandi hurðar upp fyri JT electric, sum soleiðis vil stýra avgerandi parametrum runt um kjarnuna í teirra vørum.

Framtíðartorgið á Íverksetaradegnum

Fríggjadagin 31. mars verður Ársins Íverksetaradagur, sum er dagurin, tá Íverksetarahúsið heiðrar føroyskari íverksetan.
Ein partur av Íverksetaradegnum er Framtíðartorgið, har fokus verður sett á aktuellar verkætlanir, og hvat føroysk íverksetan hevur at bjóða upp á frameftir.
Har verður høvi at hoyra meiri um hesa slóðbrótandi verkætlanina hjá JT electric og arbeiðið fram móti nýggju útgávuni, TrawlCamera LIVE.

Íverksetaradagurin verður í Østrøm 31. mars klokkan 10:00. Tað er ókeypis, og øll eru vælkomin.