There is no darkness but ignorance.

Íverksetarahúsið

j

14/02/2010

Eitt myrkt kvøld, stóð ein maður og leitaði eftir onkrum, undir einum gøtuljósi. Tá kemur ein annar framvið og spyr: Hvørjum leitar tú eftir? – ”Eg leiti eftir ringinum, svaraði maðurin. Tá teir hava leitað saman eina løtu, spyr hin maðurin: ‘hvar misti tú ringin’? ‘Hinumegin vegin’, svaraði leitandi maðurin. ‘Hví í allari víðu verð leitar tú so her’? spurdi tann hjálpsami maðurin. – ‘Tí at tað er her, at tað er ljóst’ var aftursvarið.
Tað ljóðar kanska býtt, men vit uppliva mangan nakað líknandi í atferðini hjá fyritøkum og starvsfólkum. Tí, hvussu ofta leita sølufólk ikki eftir gullinum í somu støðum sum tey longu hava leitað – og har øll onnur eisini leita?

Hvar leitar tú eftir nýggjum møguleikum í lívinum?

Hvat ger fyritøkan hjá tær, fyri at skapa eina ætlan, sum ikki er baserað uppá beinharða kapping?
Torir tú at leita í myrki eftir tínum trupulleikum?

Inntil vit hoyrast aftur: granskið myrkrið!

Kelda: Keys2passion