Tænastudepilin vann Startup Sundalagið

Íverksetarahúsið

j

12/04/2015

IMG_7085

Nú, ið finalan í Startup Sundalagnum hevur verið, er greitt, at vinnandi verkætlanin var Tænastudepilin, sum skal virka sum millumlið millum fólk, sum hava brúk fyri tænastum av ymiskum slag, og fólk, sum hava tænastur at bjóða, í lokaløkinum í Sunda kommunu

Í samstarvi við Sunda kommunu hevur Íverksetarahúsið havt Startup-skeið í vikuskiftinum. Tað fór fram í frálíku hølunum í Hósvíkar skúla.

Fríggjakvøldið byrjaði Startup-skeiðið, har nógv uppskot vórðu havd á lofti. Leygardagin og sunnudagin hava bólkar arbeitt víðari við trimum uppskotum, m.a. við at fáa samband við møguligar kundar og samstarvspartnarar umframt fíggjarætlan.

Seinrapartin sunnudagin varð finala, har lagt varð fram fyri einum dómarapaneli. Eftir at hava tosað saman eina løtu boðaðu dómararnir frá, at ein verkætlan nevnd Tænastudepilin, hevði vunnið Startup Sundalagið.

Hugskotið við Tænastudeplinum er, at nógv fólk hava tørv á at fáa ymiskt gjørt heima við hús. Tað kunnu t.d. vera pensionistar, sum ikki fáa gjørt so nógv sjálvir. Og tey vita kanska ikki, hvønn tey skulu venda sær til at fáa ymiskt gjørt. Har skal ein tænastudepil standa ímillum og fáa fólk, sum hava tíð og orku, til arbeiðis hjá fólki, sum hava brúk fyri tí.

Vinnandi verkætlanin fær tíggju túsund krónur til verkætlanina frá Sunda kommunu og ein ráðgevingarpakka frá Vinnuframa áljóðandi 50.000 krónur. Súsanna Eikhólm, Malan Johansen og Elias Hammer mannaðu bólkin, sum arbeiddi við Tænastudeplinum. Í dómarapanelinum sótu Alberg Gaardlykke í Krás, Esther Dahl úr Vinnuhúsinum og Hans Andreas Kelduberg í Thor.

Hinar báðar verkætlanirnar arbeiddu við eini kunningarstovu fyri økið í Sunda kommunu og uttanduramøblum, sum ikki fúka tá ódn er.