Sunrid í Gong

Íverksetarahúsið

j

16/04/2015

SunridIGong

Mynd: Røddin

Á Kvinnur Megna verður serligt fokus sett á kvinnuligar virkiseigarar, sum hava suksé. Ymiskar vinnulívskvinnur fara at greiða frá sínum royndum við íverksetan, sølu og lønandi rakstri.

Vit hoyra frá Sunrid í Gong sum er yrkis fotograf við serligum tokka til portrettir. Sunrid er útbúgvin fotograf í 2008 og hevur atelier í Saltangará, men er eisini at finna í Havn. Uppgávur sum Sunrid hevur tikið á seg eru mangar og fjølbroyttar og hevur hon royndir innan eitt nú barnamyndum, barnakonumyndum, lýsingum og brúðarpørum. Hennara myndir hava eitt kvinnuligt eykenni og hevur hon megnað at skapa sín egna stíl.

Hoyrið meiri um Sunrid fríggjadagin 17. apríl kl 13:00 í Østrøm.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.