Sunnudagin byrjar Creative Business Cup 2018

Creative Business Cup er ein altjóða íverksetarakapping har kappast verður um heiðurin at verða heimsins besti íverkseti innan kreativar vinnur.

Í ár verður vinnarin frá Creative Business Cup Føroyar, Sverri Nølsoe við fyritøkuni SafeFriend, við. Kappingin var í august mánað í Føroyum. Kappingin var skipað sum eitt samstarv millum hugskotið, Vinnuframa, Fróðskaparsetur Føroya og Íverksetarahúsið.

Endamálið við kappingini er, at varpa ljós á og stuðla íverksetarum og fyritøkum í kreativu vinnuni, umframt at verða bindilið millum íverksetarar, íleggjarar og altjóða marknaðin. Í ár taka fleiri enn 70 lond lut í kappingini í Keypmannahavn.

Vit ynskja Sverra og SafeFriend góða eydnu og gleða okkum at fylgja væl við í kappingini.

Les meira um SafeFriend her

Les meira um kappingina CBC her