Sunneva Háberg Eysturstein

Íverksetarahúsið

j

19/02/2014

1797615_10152048465532621_1582833158_n

Á Kvinnur Megna! verður serligt fokus sett á kvinnuligar virkiseigarar, sum hava suksé.

Hoyrið seks ymiskar søgur frá seks spennandi vinnulívskvinnum úr Føroyum, sum fara at greiða frá sínum royndum á økinum.

M.a. fer Sunneva Háberg Eysturstein at greiða frá hvussu hon menti Sirkus til at gerast ein av mest umtóktu náttklubbum og mentanarcafé.

Sunneva Háberg Eysturstein er 29 ár og býr í Tórshavn. Hon hevur bakstøði sum fríyrkisjournalistur, event- og festivalsamskipari og DJ. Fyri fýra árum síðani lat hon upp Sirkus Föroyar, ið er ein samanseting av barr, kafé, náttklubba og spælistaði í hjartanum í Tórshavn. Í Sirkus er hon dagligur stjóri og rakstrarleiðari og fæst burturav við at menna og uppbyggja umhvørvið kring staðið. Afturat tí er hon aktiv í Framsókn, nevndarlimur í felagsskapinum LGBT og hevur verið partur av G! Festivalinum, síðani hann byrjaði.

Í arbeiði sínum leggur hon stóran dent á opinleika, ærligheit og tolsemi og ynskir eitt samfelag, har øll menniskju hava ektaða virðing fyri hvørjum øðrum, eru javnt stillað og ráða yvir egnum lívi og avgerðum.

Hoyrið meira um Sunneva fríggjadagin 21. feb. kl 13:00 í Østrøm.