Sunda kommuna fer eftir góða hugskotinum

Íverksetarahúsið

j

17/02/2015

Startup-skeið verður nú í Sundalagnum. Besta hugskotið fær 10.000 krónur frá Sunda kommunu og ein ráðgevingarpakka frá Vinnuframa áljóðandi 50.000 krónur.

Vikuskiftið 13.-15. mars 2015 hevur Íverksetarahúsið Startup-skeið í góðu hølunum hjá Hósvíkar skúla. Tað er fyri øll, sum hava áhuga fyri íverksetan og at abeiða við góðum hugskotum.

Skeiðið er ókeypis, og Sunda kommuna bjóðar morgunmat, frokost og kaffi allar dagarnar umframt døgurða leygarkvøldið.

Vit fara til verka í hølunum í Hósvíkar skúla fríggjakvøldið 13. mars 2015 kl. 17.00 og koyra ahead til sunnudagin 15. mars 2015 kl. 16.00, tá úrslitini verða løgd fram fyri einum væluppløgdum dómarapaneli.

Hvat fært tú burturúr?

  • Ein einastandandi møguleika at vera við til at realisera eitt hugskot
  • Eitt intensivt vikuskifti saman við øðrum, sum hava somu avbjóðingar og áhuga sum tú
  • Eitt vikuskifti fylt við góðari íverksetaraorku saman við inspirerandi mentorum
  • Eitt supergott amboð at arbeiða víðari við
  • Ein einastandandi møguleika at vinna ein ráðgevingarpakka upp á 50.000 krónur frá Vinnuframa og 10.000 krónur frá Sunda kommunu

Startup-skeiðini hava verið kring alt landið, og hava eisini verið ein túr í Keypmannahavn. Tiltøkini hava verið serstakliga væleydnað, og góð hugskot trýta ikki í Føroyum. Startup Sundalagið verður tólvta skeiðið í røðini undir navninum Startup Føroyar.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Tilmelding fer fram við at senda teldupost til [email protected] ella við at ringja til 459700.