Startup Sandoy

Íverksetarahúsið

j

17/10/2013

startup_suduroy_luttakarar

Mynda tekstur: Anna Djurhuus og Tim Wentzlau, luttakarar á Startup Suðuroy 6-8 sept., hava framløgu á Íleggjaradegnum á Hafnia 20 sept. 2013.

Sandoyingar!

Nøkur hava eitt hugskot, onnur ynskja íblástur, og aftur onnur hava áhuga fyri íverksetan og vilja vera við til at byggja nakað upp.

Eftir tvey sera góð og produktiv Startup Vágar og Startup Suðuroy vikuskifti, skipa vit fyri ’Startup Sandoy’, í hugnaligu og góðu umstøðunum í Deplinum í Skálavík vikuskiftið 25. – 27. oktober. Málið er at fáa fram góð hugskot úr lokaløkinum og at uppbyggja góð produktiv netverk, sum kunnu styrkja íverksetara innsatsin munandi.

‘Startup Sandoy’ er fyri øll!

Íverksetarahúsið bjóðar kaffi, morgunmat, frokost, fyrilestar, mentorar og ráðgeving! Sandoyingar koma við orku, góðum lag og hugskotum!

Alt tiltakið er ókeypis! Vinandi hugskotið vinnur flogferðaseðlar frá Atlantic Airways.

Byrjað verður fríggjakvøldið 25. oktober kl. 18.00 við íblástri og hugskotsmenning.

Eftir tað verður høvið til at tekna seg til verkstovur, sum koma at arbeiða við lokalum hugskotum og avbjóðingum, frá byrjan til sølu. Tvær verkstovur verða leygardagin og ein sunnudagin, og endaligu úrslitini verða presenteraði sunnudagin seinnapartin.

Ætlanin við verkætlanini er at savna framtakshugaðar sandoyingar úr vinnulívinum, felagsskapum, kommununum og almenninginum, til eitt vikuskifti, har tað verður arbeitt við tí hugskotsríkidømi, sum finst í Sandoy.

Málið er, at stuðla uppundir eina vinnuliga realisering av teimum bestu hugskotunum og avbjóðingunum.

Allir sandoyingar eru hjartaliga vælkomnir í Depilin í Skálavík kl. 18.00, har alt fæst at vita um ‘Startup Sandoy’.

Møti fjølment!

Sí meir á http://ivh.crushpath.me/ivh/startupsandoy og https://www.facebook.com/events/573479536022994/