Startup Føroyar: Christiansborg

Íverksetarahúsið

j

21/04/2016

IMG_2387-e1430037076142

Skapa títt egna starv!

Spennandi tiltak fyri føroyingar í Danmark, sum kundu hugsað sær at fingið góð ráð, amboð og íblástur til at skapa sítt egna starv.

Leygardagin 30. apríl skipar Íverksetarahúsið saman við føroysku fólkatingslimunum fyri einum forvitnisligum tiltaki í Christiansborg í Keypmannahavn.

Undir heitinum Skapa títt egna starv, skipa vit fyri einum tiltaki, sum er fyri allar føroyingar og lesandi, ið hava áhuga fyri íverksetan og sum kundu hugsað sær at komið heim aftur á klettarnar eftir loknan lestur við einum góðum íverksetara førningi.

Tiltakið er fyri teg, sum umhugsar at gerast sjálvstøðugur eftir loknan lestur, ella fyri teg ið vilt vita meira hvørjir møguleikar eru og hvat krevst tá ið tú setur á stovn egna fyritøku.

Ljós verður varpað á, hvørjir møguleikar eru tá talan er um fígging, sum jú er ein afturvendandi avbjóðing hjá íverksetum. Hvat skal til hjá einum íverkseta ella fyritøku fyri at fáa stuðul, fígging ella ein íleggjara, og hvørjir møguleikar eru at fíggja sítt hugskot, frá byrjan til fyritøkan hevur eitt trygt grundarlag.

Øll, ið hava áhuga í íverksetan, eru hjartaliga vælkomin at luttaka.

Melda teg til Startup Føroyar: Christiansborg og fá íblástur og amboð til at skapa títt egna starv!

  • Prísur: Tiltakið er ókeypis, og íroknað er frokost, kaffi og annað gott.
  • Tilmelding: Neyðugt er at melda til á [email protected] í seinasta lagið 26. apríl
  • Hvar: Fællessalen, Folketinget, Christiansborgs Slotsplads 1, 1240 København K.
  • Nær: Leygardagin 30. apríl frá kl 10:00 til 15:00

Endalig skrá verður kunngjørd seinni.