Startp Skálafjørð

Íverksetarahúsið

j

07/05/2014

10329873_810571055622802_302710851728810321_o_0

Eftir fimm sera góð og produktiv Startup Vikuskifti, gongur leiðin nú inn á Skálafjørðin.

Í samstarvi við Runavíkar, Nes og Sjóvar kommu, fer Íverksetarahúsið vikuskifti 23. til 25. mai, at seta fokus á hugskotsríkidømi og íverksetan í Skálafjørðinum.

Málið er, at fáa fram góð hugskot úr lokaløkinum og at uppbyggja góð produktiv netverk, sum kunnu styrkja íverksetara innsatsin munandi.

Við Startup Skálafjørð seta vit fokus á tað hugskotsríkidømi sum finst lokal og við røttu amboðunum og ráðgeving frá royndum mentorum, fáa vit tjekka, hvussu langt hugskotini røkka.

Arbeitt verður við hugskotum frá byrja til sølu og endamálið er, at stuðla uppundir eina vinnuliga realisering av teimum bestu hugskotunum og avbjóðingunum.

Øll, ið hava áhuga í íverksetan, og sum ynskja at vera við til at styrkja og menna útboðið av møguleikum og størvum inni á Skálafjørðinum, eru hjartaliga vælkomin at luttaka.

Tiltakið, sum verður í skúlanum við Løkin, er ókeypis! Kaffi, morgunmatur, frokostur og annað gott verður at fáa.

Vit byrja fríggjakvøldið 23. mai kl. 18 við fyrilestrum og hugskotum. Síðani koma luttakarnir at arbeiða í bólkum leygardagin og sunnudagin. Tiltakið endar sunnudagin seinnapart við framløgum, har tað besta hugskotið verður virðislønt.

Tilmelding á [email protected]