Soleiðis gerst tú eina meting av arbeiðsplássinum

Íverksetarahúsið

j

14/02/2010

happy_girlLes her hvussu tú kemur ígjøgnum eina obligatoriska AGM (arbeiðis-góðsku meting).
Allir danskir arbeiðsgevarar hava síðan 2000 havt krav um at arbeiða út frá eini arbeiðs-góðsku meting, AGM. Endamálið við eini slíkari meting er at tryggja, at arbeiðið við trygd og heilsu í fyritøkuni umfatar allar týðandi trupulleikar við arbeiðsviðurskiftunum, og at tað hareftir verður arbeitt miðvíst við at loysa trupulleikarnir. Fyritøkan skal kanna samlaðu metingina triðja hvørt ár.
Fyritøkan ger sjálv av, hvussu hon leggur til rættis arbeiðið at fáa skrivligu arbeiðsgóðsku metingina gjørda. Metingin skal tó innihalda fimm ávís tema (sí niðanfyri).

1. Arbeiðsviðurskifti
Fyritøkan skal identifisera og kortleggja arbeiðsvikurskiftini, hvat er gott og hvat er minni gott?

2. Arbeiðstrupulleikar
Trupulleikar í fyritøkuni kunnu altíð stinga seg upp. Lýs og met um hvørjar trupulleikar fyritøkan fekk staðfest í fyrstu fasuni?

3. Meting av sjúkufráveru
Met um tað eru samahangur í millum sjúkufráveru og arbeiðsumhvørvið?

4. Handilsætlan
Set upp eina handilsætlan og vís á hvørjar trupulleikar bíðað verður við og hvat verður loyst í stunduni.

5. Uppfylgjan av handilsætlan
AGM skal endurskoðast. Vita um tað eru arbeiðsháttir- ella gongdir, sum hava týdning fyri arbeiðsumhvørvið.