IMG_1732

Ein bólkur úr Skúlanum á Fløtum við eini verkætlan um at reinsa havbotnin við trælsrass, vann ársins íverksetarakappingin millum fólkaskúlanæmingar. Tað varð kunngjørt fyri einum fullsettum sali í Norðurlandahúsinum fyrr í dag.

Fríggjadagin 4. mars var ein fullsettur salur í Norðurlandahúsinum karmur um finaluna til SkúlaFM 2016.

Dómsnevndin valdi verkætlanina Ocean Clean, sum tær báðar Sólvá Magnadóttir og Sunnvá Midjord Mikkelsen stóðu aftanfyri. Fyritøkan er eitt gjøgnumbrot innan reinsan av havbotni við trælsrass. Umframt at reinsa botnin undir og rundanum alibrúk við at nýta trælsrass, verða trælsrassini útflutt og seld til Fjareystur sum ein gloypibiti.

Vinningurin til vinnandi bólkin var, umframt Gullfræið sum Edward Fuglø hevur sniðgivið, ein kekkur uppá 5.000 kr. sum Eik Banki hevur givið. Harumframt lat Føroya Tele eitt gávukort áljóðandi 1000,- kr til hvønn næming í vinnarabólkinum.

Nummar tvey í kappingini var ein bólkur frá Nám X, við eini verkætlan um at framleiða elorku og hita burturúr øllum lívrunnum evnum til føroysk húsarhald.

Sum nummar trý valdi dómsnevndin eina føroyska app, ið næmingar á Skúlatrøð høvdu ment, ið inniheldur kostráðgeving og venjingarætlanir.

Finalan í Skúla FM er endabresturin fyri skúlarnar, sum hava arbeitt við íverksetan síðan skúlaárið 2015/2016 byrjaði.

Tilsamans seks bólkar vóru við í finaluni hesuferð. Øll hugskotini vóru góð og framløgurnar vóru framúrskarandi.

Í dómsnevndini sótu Jenny Lydersen úr Mentamálaráðnum, Áki Leitisstein Hansen úr Føroya Tele, og Magnus Emil Poulsen frá Eik Banka.