Nú fríggjadagin, 24. feb., fer Bjørn Kalsø, mentamálaráharri, at seta ársins finalu í stóru íverksetarakappingini SkúlaFM.
Síðani september 2011 hava 400 næmingar í seks skúlum luttikið í ársins íverksetarakapping.
Nú er feltið tódnað niður í 20 næmingar, sum hava kvalifiserað seg til at umboða áðurnevndu seks skúlar í sjálvari finaluni.
Finalan verður hildin í Skálanum í NLH nú fríggjamorgunin frá kl. 9:30.
Stóra luttøkan í SkúlaFM má sigast at vera eitt rættuligt gjøgnumbrot fyri íverksetan í fólkaskúlanum.
Kappingin byrjaði við einum intensivum íverksetaraskeiði fyri lærararnar, so teir fáa neyðugu vitanina og amboðini at virka sum mentorar og íblásarar hjá næmingunum.
Síðani hittast allir næmingarnir á sokallaðum Innovation Camps við kappingum, fyrilestrum, tónleiki – alt í ljósinum á íverksetan.
Næsta stigið umfataði ‘sølu og performance’, sum snýr seg um at at traðka fram og selja/presentera og handfara tað trýst, sum ofta kennist, tá ein skal traðka fram.
Seinasta stigið áðrenn finaluna var ein powerráðgeving, har næmingarnir fingu professionella ráðgeving í tí verkætlan, tey koma at luttaka í finaluni við.
Nú stendur sjálv finalan fyri framman, og vit bíða í spenningi eftir, um tað skal vera Meginskúlin á Sandi, Nám X, Stranda skúli, Fuglafjarðar skúli, Skúlin við Ósánna ella Skúlin á Ziskatrø, sum gerast ársins íverksetaraskúli.
Vinnararnir fáa handaðar heiðursgávur frá Íverksetarahúsnum, Jóhan Dahl, vinnumálaráðharra og Tór Verland, BankNordik.
Í dómsnevndini sita Tór Verland, BankNordik, Jónhild Rasmussen, Føroya Tele, og Kitty May Ellefsen, Íverksetarahúsið.