Skúlanæmingar kappast í íverksetan

 

Fríggjadagin 24. februar verður stóra finalan í SkúlaFM, har skúlanæmingar í framhaldsdeildini kring landið fara at kappast um at vinna Gullfræið frá Íverksetarahúsinum.

SkúlaFM er árliga kappingin fyri skúlanæmingar í 9. og 10. flokkum kring landið, har næmingarnir sleppa at royna seg við ítøkiligum vinnuligum verkætlanum. Síðan august hava næmingarnir fingið undirvísing í íverksetan, og hava arbeitt við at finna hugskot til nýggjar vinnur og fyritøkur.

Næmingarnir hava lært at arbeiða við egnum hugskotum, og hava síðani ment hugskotið frá tanka til lidna vøru ella tænastu, sum skal kunna seljast ella veitast øðrum. Í hesum arbeiði hevur tað avgerandi týdning, at næmingarnir skilja, hvørji virði verða skapt í nýggju vøruni, og hvørjir brúkarar fáa ágóða av virðunum, ið vøran hevur. Eisini, at næmingarnir læra at geva vøruni eitt snið ella búna, sum vekir áhuga, at duga at lýsa vøruna alment og leggja hana fram.

SkúlaFM er ein vinnulig verkætlan sum setur tað at stovnseta egið virki í fokus. Ein verkætlan ið er við til at skapa eina íverksetaramentan í Føroyum og geva næmingum møguleika at royna seg sum sjálvstøðug vinnurekandi.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, setur finaluna í Norðurlandahúsinum fríggjamorgunin. Í finaluni leggja næmingarnir fram fyri einum dómarapaneli, sum velur bestu verkætlanina. Tónleikaframførslur verða eisini.

Íverksetarahúsið hevur sum part av sínum virksemi, at skipa fyri íverksetan í fólkaskúlanum. Eitt týdningarmikið arbeiði og samstundis ein alneyðug íløga í okkara ungdóm. Um bert nakrir av hesum næmingum fáa ein neista til íverksetaralívið og byrja egna fyritøku, so er nógv vunnið og íløgan væl útgivin.

SkúlaFM er eitt samstarv millum Íverksetarahúsið, Mentamálaráðið og skúlarnar. Tiltakið byrjar fríggjamorgunin 24. februar 2017 klokkan 9.30 í stóru høllini í Norðurlandahúsinum og heldur fram til á middegi.

Vinnandi bólkurin fær ein kekk uppá kr. 5.000, sum Eik hevur latið, umframt Gullfræið sum listamaðurin Edward Fuglø hevur sniðgivið.