Skeiðsdagar saman við vinnulívinum

Íverksetarahúsið

j

27/01/2015

10329873_810571055622802_302710851728810321_o_0

Komandi dagarnar skipar Íverksetarahúsið saman við Fróðskaparsetrinum fyri serligum startup-skeiði fyri lesandi á Setrinum. Sum nakað nýtt fevnir skeiðið um veruligar avbjóðingar frá veruligum fyritøkum

Startup-Setrið, sum fer fram dagarnar 28. til 30. januar 2015 í Bókbindarargøta 8 í Havn, er serligt skeið til lesandi á Fróðskaparsetrinum. Á skeiðnum fáa luttakararnir veruligar uppgávur frá veruligum fyritøkum, sum tey skulu arbeiða við og loysa.

Arbeiðið fer fram við altjóða viðurkendum greiningaramboði, Business Model Canvas. Tað verður nógv brúkt í samband við íverksetan. At lyfta hugskot, finna og loysa avbjóðingar, finna kundaskæra og fáa greiðu á fíggjarviðurskiftum, og soleiðis kunna seta hugskotið í verk.

Uppgávurnar frá vinnulívinum umboða veruligar avbjóðingar, sum føroyska vinnulívið stríðist við dagliga. Skeiðið er soleiðis beinleiðis lagað til tørvin hjá føroyskum vinnulívi, umframt at sambond verða knýtt millum lesandi og vinnulív.

Seinastu arini hevur Íverksetarahúsið skipað fyri startup-tiltøkum kring landið. Tá hava luttakararnir sjálvir funnið upp á hugskot at arbeiða víðari við. Hesuferð eru uppgávurnar fingnar frá vinnulívinum og eru soleiðis meiri viðkomandi og ítøkiligar, enn tær fyrr hava verið.