Skapa títt egna starv

Íverkstaratiltak – íblástur, netverkan og hugni

Menningardeplin á Sendistovu Føroya í Keypmannahavn, fríggjadagin 17. november

Saman við føroysku vinnuframaskipanini hevur Sendistovan stovnað Menningardepilin, har íverksetarar kunnu fáa arbeiðspláss og ráðgeving.

Vit vilja skapa bestu umstøður hjá útisetum at byrja egna fyritøku, meðan teir eru staddir í Keypmannahavn, og samstundis menna eitt sterkt netverk heima, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður. Somuleiðis kunnu føroyskar fyritøkur brúka Sendistovuna sum lopfjøl út í heim. Vit bjóða góðar umstøður til at arbeiða og fundast á einum av bestu adressunum mitt í Keypmannahavn, og bæði Vinnuframi, Framtak, Íverksetarahúsið og Hugskotið eru fús at veita íverksetarunum ráðgeving.

Tiltakið fríggjadagin er ætlað at styrkja føroyska netverkið fyri íverksetarahugaði við íblástri, netverki og hugna. Vit vóna at síggja nógv, sum hava stovnað fyritøku, nýútbúgvin, sum hava hug til at skapa sítt egna starv, lesandi og aðrar áhugaðar útisetar.

Skrá:
• Sigmundur Ísfeld, sendimaður, sigur stutt frá Menningardeplinum og møguleikunum hjá íverksetarafyritøkum at leiga arbeiðspláss og atgongd til fundar- og móttøkuhøli á Sendistovuni
• Dánial Hoydal, sum er formaður fyri Vinnuframa, fer at siga frá sínum egnu royndum sum íverksetari og serliga um tað, sum íverksetarar kunnu gera fyri at fáa fígging til sína verkætlan frá byrjan til vakstrarfyritøku
• Tveir skapandi íverksetarar, Elin Maria Nolsøe Joensen, og Sverre Nolsøe, siga frá sínum verkætlanum og hvussu tað er at arbeiða við síni fyritøku í Menningardeplinum. Elin Maria umboðar eisini Føroyar í altjóða kappingini fyri skapandi vinnur Creative Business Cup 2017
• Síðani verður høvi hjá luttakarunum at hitta vinnuráðgevar frá Vinnuframa, Framtak, Íverksetarahúsinum og Hugskotinum til styttri samrøður um egnar verkætlanir.. Eisini er høvi at síggja arbeiðsplássini og at tosa við sendimannin um møguleikarnar at fáa innivist
• Netverkan og hugni, okkurt lætt verður bjóðað afturvið

Tiltakið er ókeypis og verður fríggjadagin 17. november 2017 frá kl. 15:00 til kl. 18:00, og øll eru hjartaliga vælkomin. Byrjað verður stundisliga.

Luttakararnir verða við í lutakasti um eina ferð heim við Atlantic Airways.

Plássið er avmarkað, og neyðugt er at boða frá luttøku við at senda teldupost til: copenhagen@uvmr.fo