Seyð, er navnið á verkætlan, ið hevur til endamáls at framleiða bjálving úr seyðaull. Henda bjálving skal m.a nýtast til dýnujakkar, draktir og onnur klæðir.

Tað eru tey fýra Laila Poulsen, Jan Jacobsen, Sólfríð J. Djurhuus og Rógvi Langgaard, ið standa aftanfyri verkætlanina, ið herfyri vann Ungt Virki íverksetarakappingina fyri miðnámsskúlanæmingar.

Tey vísa á, at í dag innihalda fleiri dýnujakkar nógv ringt tilfar, so sum gamlar fløskur og plastik, ið er gjørt um til fyllu. Hetta ger at teir eru elektriskir og tí ósunnir fyri kroppin. Hinvegin er ullin ein naturlig vøra, sum tey vilja gagnnýta á ein skilagóðan hátt.

Á Ársins Íverksetaradegi, sum verður í Østrøm fríggjadagin klokkan 10, verður høvi at hoyra meira um verkætlanina Seyð og teirra visjón at branda føroysku ullina á altjóða marknaðinum.