Serlig viðurkenning til Splay

Íverksetarahúsið

j

18/09/2015

csm_IMG_7565_30c28af757

Á Creative Business Cup Føroyar fekk hugskotið Splay eina serliga viðurkenning frá dómarunum.

Splay er ein sokkur mentur til teirra, ið hava slættil. Sokkurin hevur eitt innlegg, ið styðjar uppundir ilina hjá tí, sum er í honum, og hjálpir viðkomandi at ganga rætt.

Mett verður, at millum 20 og 30 prosent av fólkunum líða av slættil í størri og minni mun og einasta loysnin er at ganga í ortopediskum skóm.

Eitt toymi av ungum kvinnum metti ikki hesa loysnina verða nóg góða, og hava tí ment sokkin Splay.

Hugskotið byrjaði sum ein bólkauppgáva í skúlanum til European Business Game, men tær fýra, Heidi Christophersen Hansen, Jóhanna Alberg, Jórun Maria Dalbø og Sára Traber Olsen, hava arbeitt víðari við hugskotinum.

Dómararnir mettu, at hugskotið var sera gott og viðkomandi hjá mongum, og ynsktu tí at geva teimum eina serliga viðurkenning, sum er ein ráðgevingarpakki verdur 10.000 krónur.