Royn títt hugskot

Íverksetarahúsið

j

17/01/2018

Hevur tú brúk fyri at fáa onnur at meta um virðið í tínum hugskoti?

Íverksetarahúsið hevur sett eitt panel saman av royndum vinnulívsfólkum og íverksetarum, sum við sínum serkunnleika, vitan og royndum kunnu ráðgeva tær viðvíkjandi tínum hugskoti.

 

MANNAGONGDIN ER HENDAN

Tú fært 45 minuttir saman við panelinum, har tú fyrst í 5 minuttir greiðir frá tínum hugskoti, og hvørjar avbjóðingar eru tí viðvíkjandi.

Síðani kemur panelið við afturmelding og spurningum, sum kunnu lýsa ivamál og avbjóðingar út í æsir, samstundis sum tú fært teirra boð upp á hvat er týdningarmikið í samband við títt hugskot.

Tilboðið er ætlað tær, um tú ert í byrjanarstiginum í fyritøkuni, og hevur spurningar, tú hevur brúk fyri at fáa greiði á. Hetta kundi t.d. verið: Hevur tú rætta strategi, er produktið og marknaðarføringin skipað á skilabesta hátt?

HVØR KANN LUTTAKA

Øll sum hava eitt gott hugskot, eina verkætlan ella eina fyritøku sum hevur brúk fyri stimbran, kunnu melda til.

Gevið gætur, tiltakið er ætlað teimum, sum ynskja afturmelding frá panelinum, og tískil er ikki møguligt at melda til sum áhoyrari. 

HVAR OG NÆR

Íverksetarahúsið, Garðavegur 57, Klaksvík

Hósdagin 8. februar kl 14:00 – 18:00

TILMELDING

Send ein mail á [email protected] við stuttari frágreiðing um hugskotið/fyritøkuna, vøruna/tænastuna, kundar og kappingarneytar. Tiltakið er ókeypis.

Seinasta freist at melda til er hósdagin 1. februar. 

SAMBAND

Eru spurningar kunnu tit ringja til Íverksetarahúsið á tlf 239500 ella á tlf 239505