Patentráðgeving gevur úrslit

Íverksetarahúsið

j

14/02/2010

Nýggjar fyritøk ur settar á stovn

9. – 11. februar var danin Torben Rasmussen, sum er patentráðgevi í International Patentbureau, í Íverksetarahúsinum og ráðgav í patentmálum.

Dagarnir vóru fullsettir, og 12 patentmál vóru til viðgerðar.

Tað vóru íverksetar, ið hava fingið patentráðgeving í Íverksetarahúsinum, sum fingu høvið at fáa síni hugskot viðgjørd professionelt.

Í dag, tveir mánaðar eftir patentráðgevingina, síggjast longu spenanndi úrslit.
Seks mál eru farin í gjøgnum eina sokallaða nýggjheitskanning, sum vísir, um hugskotini kunnu patenterast. Útfrá hesum kanningum verða í næstum søkt um fleiri nýggj patentir.

Higartil eru tvær fyritøkur stovnaðar, sum fara at byrja framleiðslu, so skjótt patentini eru fingin til høldar.