Ocean Clean á Framtíðartorginum

Íverksetarahúsið

j

28/03/2016

IMG_1732 (1)

Ein slóðbrótandi verkætlan til alivinnuna í Føroyum hevur sæð dagsins ljós. Á Ársins Íverksetaradegi, sum í ár verður í Østrøm, verður høvi at hoyra meiri um hesa verkætlan.

Ocean Clean úr Skúlanum á Fløtum vann ársins íverksetarakappingin millum fólkaskúlanæmingar. Verkætlanin hjá teimum er eitt gjøgnumbrot innan reinsan av havbotni við trælsrass. Umframt at reinsa botnin undir og rundanum alibrúk við at nýta trælsrass, verða trælsrassini útflutt og seld til Fjareystur sum ein gloypibiti.

Tað er ein trupulleiki, at tað dettur nógv organiskt avfall á botn, har aliringarnir eru. Tá hetta rotnar, nýtir tað súrevni, sum er á firðunum – og tað ger, at annað lív køvist. Hetta hevur serliga verið ein trupulleiki á firðum, har lítil útskifting er av sjónum, men hetta sæst á fleiri firðum.

Trælsrassar liggja á botninum og liva júst av organiskum tilfari, sum søkkur á botn, tí ber til at nýta trælsrass – eitt bleytt havdýr, sum longu livir undir Føroyum – sum natúrligan støvsúgvara undir aliringunum.

Í fjareystri verða trælsrass hildin at vera delikatessur, so sum bonus kunnu tey, eftir at hava tænt føroysku firðunum, síðani útflytast til Asia og soleiðis skapa ein nýggjan vinnuveg í Føroyum og skapa nýggjar inntøkur.

Hetta kollveltandi hugskot komu tveir einans 15 ára gamlir skúlanæmingar við, tá teir umboðaðu Skúlan á Fløtum í finaluni í ársins SkúlaFM, sum var í Norðurlandahúsinum 4. mars í ár.

Tær báðar eru Sólvá Magnadóttir og Sunnvá Midjord Mikkelsen, og hugskotið hjá teimum at nýta trælsrass at reinsa havbotnin fyri síðani at útflyta tey og sjálv verkætlanin, sum lýsti hugskotið, vórðu hildin so mikið góð, at teir vunnu Gullfræið.

Framtíðartorgið á Íverksetaradegnum
Fríggjadagin 1. apríl verður Ársins Íverksetaradagur, sum er dagurin, tá Íverksetarahúsið heiðrar føroyskari íverksetan.
Ein partur av Íverksetaradegnum er Framtíðartorgið, har fokus verður sett á aktuellar verkætlanir, og hvat føroysk íverksetan hevur at bjóða upp á frameftir.
Har verður høvi at hoyra meiri um nýskapandi verkætlanina, sum vann SkúlaFM 2016, umframt hinar verkætlanirnar, sum eisini verða á Framtíðartorginum á Ársins Íverksetaradegi.

Íverksetaradagurin verður í Østrøm 1. apríl 2016 klokkan 10:00. Tað er ókeypis, og øll eru vælkomin.