Nýggjur verkætlanarleiðari í Íverksetarahúsinum

Íverksetarahúsið hevur sett Sigrun Jónsveinsdóttir sum nýggjan verkætlanarleiðara.

Sigrun hevur útbúgving sum Cand. soc.MSc. Management of Creative Business Processes. Eisini eru hon útbúgvin Marknaðarførsluøkonom.

Sigrun kemur úr einum starvi sum skrivstovuleiðari hjá Tjóveldi á Fólkatingi og áðrenn tað samskipari á kunningarstovuni í Runavík. Eisini hevur hon drúgvar royndir innan marknaðarførslu.

Hon fær ábyrgd av fleiri verkætlanum, sum Íverksetarahúsið hevur, eins og fleiri nýggjum verkætlanum, sum eru í umbúna. Haraftrat fer hon at ráðgeva íverksetarum.

Sigrun byrjar í starvinum 1. august 2018.