Nýggir vinnuvegir í Talgildu Føroyum

Íverksetarahúsið

j

26/02/2018

Hóskvøldið 1. mars kl 19.00 skipa Íverksetarahúsið og Talgildu Føroyar fyri einum kunnandi tiltaki, har tey fara at viðgerða, hvørjir møguleikar eru fyri menning og nýskapan í Talgildu Føroyum. Tiltakið er ætlað bæði íverksetarum og øðrum, ið eru áhugaði í vinnumøguleikum í Talgildu Føroyum sum heild.

Høvuðsdentur verður lagdur á teir vinnumøguleikar, ið kunnu taka seg upp av Talgildu Føroyar verkætlanini. Komið verður inn á tað nýmenning, ið vinnan kann knýta at verkætlanini, bæði viðvíkjandi menning av átøkunum í sjálvari verkætlanini, og teimum avleiddu vinnuligu møguleikum, ið verkætlanin letur upp fyri.

 Talgildu Føroyar hevur síðani 2015 arbeitt við at menna og seta í verk eitt talgilt undirstøðukervi fyri Føroyar, sum er sett saman av fýra súlum: Heldini, Samleikanum, Tænastuportalinum og Grundardáta. Starvsfólk frá Talgildu Føroyum fara at greiða frá verkætlanini og leggja upp til orðaskifti, har hugskot, møguleikar og íblástur verða knýtt saman í felag. Lagt verður upp til at tosa um spennandi og hentar loysnir til føroyska samfelagið, ið kunnu skapa nýggj vitanarstørv.

Hóskvøldið 1. mars kl. 19.00 í hølunum hjá Gjaldstovuni, Kvíggjartún 1, Argir

Skráin:

Kl. 19.00           Íverksetarahúsið bjóðar vælkomin

Kl. 19.10           Talgildu Føroyar verkætlanin verður løgd fram

Heildarmynd: Nicolai Balle, verkætlanarstjóri

Heldin: Janus Læarsson, KT-arkitektur

Talgildi Samleikin: Rolf Herup Olsen, verkætlanarleiðari

Tænastuportalurin: Lilly Dam Hanssen, verkætlanarleiðari

Grunddáta: Heini Hátún, verkætlanraleiðari

Kl. 20.00           Steðgur – kaffi

Kl. 20.30           Spurningar og hugskot verða viðgjørd í felag

Kl. 21.30           Vit enda

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at melda luttøku á Facebook tiltakinum Nýggir vinnuvegir í Talgildu Føroyum