Nú nærkast Startup Klaksvík

Íverksetarahúsið

j

20/08/2014

10600394_916912424989167_7085674286536391592_n

Í samband við Startup Klaksvík, sum verður hildið í Sjónámi 29. til 31. august verður spurt, hvussu vit kunnu menna nýggja hugskot í samband við ta maritima havumhvørvi og okkara maritimu høvuðsvinnu.

Hvussu nógv list finst ikki longu nú, har eitt nú fiskaskræða verður brúkt? Ella listarverk, sum verða gjørd burturúr tilfari úr fiski? Hvørjir møguleikar liggja í framleiðslu av tara? Kunnu vit brúka avskurðin frá fiski til víðariframleiðslu av hávirðisvørum innan biotøkni? Hvat við generellari vørumenning? Aling og nýggir alimøguleikar? Ella møguleikum fyri innovatión innan veitingarvinnurnar til høvuðsvinnurnar? Innan gransking?

Tað er alt sum týður uppá, at tað hevði verið sera gagnligt at latið fiskivinnuna og tær kreativu vinnurnar hittst – við nýhugsan er í hásæti!

Tað er júst ætlanin við Startup Klaksvík, og tí eru øll, kvinnur sum menn, hjartaliga vælkomin.
Tekning á [email protected] ella 459700.