Neysting

Íverksetarahúsið

j

28/03/2017

Ferðavinnan í Føroyum er í stórum blóma júst nú, og tað er ein sannroynd at vit standa yvirfyri nýggjum avbjóðingum um, hvussu vit hýsa hesum ferðafólkum.

Elin Maria Nolsøe Joensen hevur eina spennandi og nýskapandi loysn uppá hesa avbjóðing. Elin Maria er útbúgvin arkitekt við sergrein í “Kulturarv, Transformatión og Restaurering” og fangaðu neystini hennara áhuga við teirra virði sum mentunararvur.

Ein stórur partur av ferðafólkunum ið koma til Føroyar eru vallarir, sum hava serligan áhuga fyri mentan og nátturu, og sum vilja uppliva føroysku náttúruna, umframt at leitað verður eftir serligum autentisiteti, tá ið Føroyar verður valt fram um onnur lond.

Verkætlanin Neysting gongur bæði ynskinum um autentiskar upplivingar á møti, og er samstundis ein háttur at varðveita neystini sum føroyskan mentunnararv. Neystini eru jú týdningarmikil partur av Føroya søgu og vitna um eina avgerandi tíð, tá vit yvirlivdu av fiskiskapi frá útróðri.

Yvirnátting í neystum í serføroyska tjaldinum, sum Elin Maria hevur sniðgivið, er møguleikin hjá ferðafólki og fjakkarunum at koma heilt tætt at føroysku søguni, mentanini og náttúruni. Og hvat man vera feitari fyri ein útlending, sum hevur valt at koma til fjarskotnu Føroyar, enn at yvirnátta í hjartanum av okkara mentannararvi? Og so á ein serføroyskan hátt.

Heildarætlanin við verkætlanini er, at seyma saman eina vallaraleið um allar Føroyar a-la vallaraleiðin “Caminoin” gjøgnum Frakland og Spanien. Sum vallarin gongur hesa leið í ráa norðuratlants landslagnum steðgar hann í bygdunum, finnur veg oman í fjørðuna, letur seg bergtikin føra inn í neystini og leggur seg at sova í fjálga ull-tjaldinum, framleitt staðbundið úr føroyskum tilfeingi.

Serføroyska tjaldið er sniðgivið og teknað við íblástri frá føroyska útróðrarbátinum og er á stødd við eitt 8 mannafar. Puppan, sum Elin Maria hevur navngivið tjaldið, verður hongd upp og spent føst í taksperrurnar og veggirnar í neystinum. Á hendan hátt verður neystið varðveitt óskalað og upprunaligt. Vallarin upplivir neystið autentiskt. Hann sær sporini og patineringina av tíðarinnar havi á veggum og taki. Hann hoyrir aldurnar skvatla í fjørðuni, vindin suða uttanfyri og leysliga rista í dúkin á tjaldinum og merkir sjórámið í luftini. Hann verður varur við sálina á staðnum og fær ein smakk av føroyskari søgu.

Verkætlanin Neysting ynskir at draga vallara-ferðfólk, tað náttúruaktiva ferðafólk eins væl og mentannar-, arkitektur- ella listaáhugaða ferðafólki hendanvegin. Samstundis vónar Elin Maria at føroyingar eisini fara at royna hesa yvirnátting. Tað kann bæði vera fjallagangarin, familjan, vinabólkurin ella arbeiðsplássið. Og við at brúka neystini runt í landinum ber til at fáa ferðavinnuna breidda út um klassisku støðini til útoyggjar og smáar bygdir.

 

Tjaldið til Nesting er bygt av 10 ovalum trærammum í dimensiónum og útsjónd sum bondini í føroyska róðrarbátinum. Uttaná rammurnar verður ein ulldúkur festur. Dúkurin er framleiddur og tilvirkaður við útgangsstøði í siðbundna føroyska seglinum til róðrarbátin. Dúkurin verður spunnin úr 100% føroyskari ull eins og seglið varð.
At enda verður eitt “dekk” av viði lagt inn og virkar dekkið sum lendið, vallarin svevur á í soviposa sínum.