Mylnuhúsið á vitjan

Íverksetarahúsið

j

14/02/2010

born_thumb born

Mynd: Børn frá Mylnuhúsinum á vitjan

Vit í Íverksetarahúsinum fáa javnan vitjan, og soleiðis var eisini mánadagin, tá nøkur børn úr barnagarðinum Mylnuhúsinum komu á gátt.

Børnini vóru í aldrinum 3-5 ár, ein spyrjuarsamur og forvitin aldur. Tað sum kortini hugtók tey allarmest var, at Íverksetarahúsið húsast í gomlu løgreglustøðini, og vóru tey sera spent at síggja gomlu klivarnar, sum eru í kjallarnum.

Fyrst skuldu tey kortini eta matpakkan, og hareftir fóru vit ein rundtúr.
Børnini vóru ógvuliga spent og gáloysin tá tey sóu myrka kjallaran, sum fangarnir í gomlum døgum búðu í. Tey fóru mett og glað heimaftur á barnagarðin í góðveðrinum.
Vit takka fyri vitjanina og gleða okkum til tey koma aftur.