Metstór luttøka í Skúla FM í íverksetan

Íverksetarahúsið

j

24/11/2017

 

Nýggju skúlar luttaka í Skúla FM í ár og er hetta størsta talið av skúlum nakrantíð.

Síðani 2010 hevur Íverksetarahúsið skipað fyri íverksetan í fólkaskúlanum í samstarvi við Mentamálaráðið. Íverksetaraundirvísingin er skipað sum ein kapping fyri næmingar í 9. og 10. flokkunum kring landið.

Undirvísing í íverksetan í skúlaverkinum er eitt av týdningarmiklu arbeiðsøkjunum hjá Íverksetarahúsinum. Allar kanningar vísa, at jú fyrr tú byrjar at arbeiða við íverksetan, fleiri fyritøkur koma burturúr. Eisini fáa næmingarnir persónligar, fakligar og sosialar førleikar, sum tey kunnu brúka seinni í lívinum, bæði sum íverksetarar, ella sum leiðarar og starvsfólk. Tí umframt at læra at stovna og reka egið virkið, læra næmingarnir at vera nýskapandi og at menna góð hugskot sum skapa virði fyri onnur.

Skúla FM er skipað í 5 modulum og fevnir hvørt ár um tíðarskeiðið september til seinast í februar. Næmingarnir fara í hesum tíðarskeiðinum ígjøgnum grundleggjandi venjingar har tey m.a. læra at framleiða og menna nýggj hugskot og at handfara tað trýst sum ofta kennist, tá ið ein skal traðka fram.

Kappingin í ár byrjaði við at ungi danski íverksetarin Casper Blom var í Føroyum og undirvísti 700 næmingum úr hesum nýggju skúlunum.

SkúlaFM endar við einum finalubrakið seinasta vikuskifti í februar har besti næmingabólkur úr hvørjum skúla leggur sítt virki fram.

Skúlarnir sum luttaka í Skúla FM í ár eru; Nám X, Skúlin á Fløtum, Skúlin við Løgmannabreyt, Skúlin við Løkin, Á Skúlatrøð, Vestmanna Skúli, Meginskúlin, Vágs Skúli og Tvøroya Skúli.