Megnarprísurin 2014

Íverksetarahúsið

j

21/01/2014

859588_576535065711497_829370478_o

Í februar mánaði fara Kvinna og Íverksetanarhúsið enn einaferð at lata eina viðurkenning til eina kvinnu, sum hevur klárað seg væl sum íverkseti.

Mangir ónýttir møguleikar liggja í at fáa fleiri kvinnur at byrja egna fyritøku og at hugsa í vøkstri. Kvinna og Íverksetarahúsið eru farin undir eitt samstarv, ið hevur til endamáls at stuðla virkishugi og áræði hjá kvinnum at taka við fleiri avbjóðingum á Íverksetaraøkinum.

Megnarprísurin

Tú kanst vera við at avgera, hvør kvinna skal fáa henda heiður. Øll kunnu tilnevna eina kvinnu til Megnarprísin, og ein dómsnevnd tekur endaliga støðu til, hvør fær heiðurin. Dentur verður lagdur á at vinnarin:

    • hevur víst góð úrslit
    • hevur víst nýhugsan
    • hevur givið øðrum kvinnuligum íverksetum íblástur
    • hevur víst áræði og dirvi

Fyrireikararnir vóna at fáa fleiri góð boð um kvinnur, ið hava uppiborið henda heiður. Uppskot skulu sendast til Íverksetarahúsið á [email protected] ella til Kvinnu á [email protected]

Freistin at tilnevna er fríggjadagin 31. januar.

Megnarkvinnan veðrur avdúkað 21. februar.