Katrina í Geil á Kvinnur Megna!

Íverksetarahúsið

j

20/02/2014

1656349_10151987685374072_1758300510_n

Á Kvinnur Megna! verður serligt fokus sett á kvinnuligar virkiseigarar, sum hava suksé.

Hoyrið seks ymiskar søgur frá seks spennandi vinnulívskvinnum úr Føroyum, sum fara at greiða frá sínum royndum á økinum.

M.a. fer Katrina í Geil at greiða frá krúlluta vegnum, sum hevur ført til, at hon nú hevur byrjað eina stílistútbúgving.

Katrina hevur MA í tekstildesign við sergrein í binding frá Designskúlanum í Kolding. Hon arbeiðir sum designari og stílistur og hevur m.a. Nýggj Kvinna í Kvinnu. EIsini hevur hon havt ein hóp av fyrilestrum og verkstovum innan design og binding uttanlands, t.d. í Íslandi, Álandi, Onglandi, Estlandi, Danmark, Litauen og USA.

Í Føroyum hevur Katrina m.a. havt nógv bindiskeið – og sagt verður um skeiðini at tey eru nýskapandi, stuttlig og full av AHA-upplivingum. Hennara hugburður er, at øll eru kreativ, at vitan er týdningarmikil og at kiksarar og feilir eru til fyri at læra av .

Í løtuni arbeiðir hon hart við at byrja útbúgvingina, sum hon sjálv nevnir: Føroya drúgvastu og mest krevjandi klædnastílistútbúgving.