Jutta Helgadóttir á Kvinnur Megna!

Íverksetarahúsið

j

17/02/2014

jutta

Á Kvinnur Megna! verður serligt fokus sett á kvinnuligar virkiseigarar, sum hava suksé.

Hoyrið seks ymsikar søgur frá seks spennandi vinnulívskvinnum úr Føroyum sum fara at greiða frá sínum royndum á økinum.

M.a. fer Jutta Helgadóttir at greiða frá hvussu hon tók kappingina upp við eina almenna tænastu og stovnaði privatu hoyriklinikkina Hoyrnina.

Jutta er útbúgvin hoyrnaatstøðingur og eftir loknan lestur byrjaði hon at arbeiða á almennu hoyriklinikkini. Hon sá skjótt at tað var tørvur á eini betri tænastu fyri kundan og valdi at stovna Hoyrnina sum er eitt alternativ til almennu tænasturnar innan sama øki. Hesa fyrstu tíðina meðan Jutta bygdi sína fyritøku upp møtti hon nógvum snávingarsteinum á vegnum og m.a. hoyrdi hon ofta viðmerkingar sum ‘tú ert svøk’ og ‘ongin fer at velja eina privata klinikk tá ið vit hava eina almenna’. Men Jutta hevur við síni fyritøku brotið upp úr nýggjum og í 2010 var hon vald sum ársins íverkseti! Fyritøkan hjá Juttu er partur av fleiri altjóða netverkum og er líka frammaliga innan nýggjastu tøknina sum fremstu fyritøkurnar úti í heimi.

Hoyrið meira um Juttu fríggjadagin 21. feb kl 13:00 í Østrøm.