Til føroysku finaluna í Creative Business Cup eru tíggju kreativar verkætlanir útvaldar. Vinnarin fer víðari til altjóða kapping í danmark í november
Jobkit er ein nýggj fyritøka, ið hevur ment eina projekt/tímaskipan, ið er serliga tillagað smærri handverkarafyritøkum.
Dentur er lagdur á, at skipanin er løtt at brúka, og at hon sparir fyritøkunum bæði tíð og pening.
Íverksetarahúsið, Hugskotið og Vinnuframi skipa fyri tiltakinum.
Fríggjadagin 18. september frá kl. 13 til 17 í Vinnuframa
Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin!