Íverksetaraskeið í Suðuroy

Ert tú forvitin eftir at royna okkurt nýtt og spennandi?
Vilt tú sleppa at brúka og menna tíni skapandi íverksetara evni?
Ert tú arbeiðsleysur í løtuni?
Ert tú liðugur í skúla ella ert skúlatroyttur?
Ella veist tú bara ikki hvat tú enn ætlar?
Vilt tú royna nakað øðrvísi, sum er sosialt, stuttligt, spennandi og mennandi?
So skalt tú tekna teg til íverksetaraskeið hjá Íverksetarahúsinum og ALS sum verður í Suðuroy frá  18. oktober til 9. november.
Skeiðið er ókeypis og verður í Fjarlestrardeplinum í Vági.
Vilt tú vita meira um skeiðið ert tú vælkomin at ringja tlf. 239 500 ella 299 537.