Íverksetarahúsið søkir nú eftir nýggjum stjóra

Íverksetarahúsið

j

07/09/2018

Stjórin seinastu 3 árini Bjartur Nolsøe, hevur boðað nevndini frá at hann ynskir at royna nýggjar avbjóðingar og tí gevst sum stjóri.

Bjartur byrjaði í starvinum í 2015 og kom tá úr einum starvi sum vinnukundaráðgevi í Bank Nordik, og áðrenn tað sum økisstjóri hjá Bank Nordik í Grønlandi.

Hann verður tó sitandi í starvinum eina tíð aftrat.

Vit ynskja Bjartur blíðan byr framyvir.