Í dag skrivaðu Føroya Tele og Íverksetarahúsið undir tvey ára stuðulsavtalu. 

Eva Skeel Nolsøe, HR- og marknaðarstjóri hjá Føroya Tele og Sigrun Jónsveinsdóttir, leiðari í Íverksetarahúsinum, undirskrivaðu í dag stuðulsavtalu fyri 2019 og 2020.

Endamálið við avtaluni er at stuðla undir stimbran av íverksetan og nýhugsan í Føroyum. 

Tað hevur stóran týdning fyri okkum at ein stór fyritøka sum Føroya Tele bakkar upp um Íverksetarahúsið og er við til at leggja lunnar undir føroyska íverksetan,vísur Sigrun Jónsveinsdóttir á, ásannandi at Føroyar hava tørv á fleiri íverksetum, og fleiri vinnuligum beinum at standa á.

Somuleiðis eru tey á Føroya Tele fegin um at leingja stuðulsavtaluna. Eitt av aðalmálunum hjá Føroya Tele er at stuðla undir framburðinum í føroyska samfelagnum. Samstarvið við Íverksetarahúsið er ein viðkomandi háttur at stuðla undir hesum máli, og verða við til at styrkja nýskapan og íverksetaraumhvørið í Føroyum – sigur Eva Skeel Nolsø.

Umframt at skipa fyri FT Game Jam, samstarva Íverksetarahúsið og Føroya Tele um onnur viðkomandi tiltøk, og nýta avtaluna aktivt sum hornasteinum undir samstarvinum at styrkja grundarlagið fyri  íverksetan í Føroyum – heilt frá fólkaskúlanæmingum til royndar íverksetarar. 

Kategorier: Tíðindi