Íverksetarahúsið havt aðalfund

Íverksetarahúsið

j

09/05/2018

Frá vinstru: Bjartur Nolsøe, Rannvá Troest, Eva Skeel Nolsø og David Im.

Íverksetararhúsið hevði mikudagin 9. mai aðalfund, har roknskapurin fyri 2017 var góðkendur og nevndin skipaði seg.

Íverksetarahúsið er fíggjað av játtan á løgtingsfíggjarlógini og stuðli frá Klaksvíkar kommunu. Harafturat er Føroya Tele høvuðsstuðul. Hesi tríggir partar velja hvør sín nevndarlim til nevndina hjá Íverksetarahúsinum. Fyri Vinnumálaráðið er Rannvá Troest, Davið Im umboðar Klaksvíkar kommunu og Eva Skeel Nolsø umboðar Føroya Tele. Nevndin hevur skipað seg við Rannvá Troest sum nevndarforkvinnu.

Íverksetarahúsið hevur síðani tað varð sett á stovn í 2007 havt sum aðalmál at stimbra og hjálpa íverksetarum, umframt at stimbra íverksetaramentanina í øllum landinum, og soleiðis styðja upp undir menningina av einum fjøltáttaðum vinnulívi í Føroyum.

Á fundinum var nógva virksemið í 2017 umrøtt. Íverksetarahúsið hevur verið virkið runt landið, eins og nógv hendir í húsinum í Klaksvík. Íverksetarahúsið fer komandi tíðina arbeiða fyri øktum samstarvi innan íverksetaraskipanina í Føroyum. Haraftrat verður dentur lagdur á at ráðgeva fyritøkum sum eru byrjaðar, soleiðis at hesar kunnu vaksa skjótari.