Ein íløga í okkara ungdóm

Íverksetarahúsið

j

21/10/2016

12017697_1085532591478406_8600702846745200306_o

Íverksetarahúsið hevur sum part av sínum virksemi, at skipa fyri íverksetan í fólkaskúlanum. Eitt sera týdningarmikið arbeiði og samstundis ein alneyðug íløga í okkara ungdóm. Síðani 2010 hevur Íverksetarahúsið skipað fyri skeiðum fyri lærararum í íverksetan, undirvísingarátøkum og íverksetarakappingini SkúlaFM millum fólkaskúlar við framhaldsdeild. Beint nú seta vit hol á SkúlaFM árið 2016-17 við sokallaðum Startup Camps.

Á Startup Camp fáa næmingarnir frálæru og venjing í íverksetan við tí fyri eyga at stimbra evnini hjá næmingum at taka avgerðir, at loysa trupulleikar og at samstarva. Og tað er ótrúligt at arbeiða saman við hesum evnaríku næmingum og somuleiðis hugvekjandi at síggja, hvussu heilhjartaðir og eldhugaðir næmingarnir arbeiða við at finna hugskot til nýggjar vinnur og fyritøkur.

Tað eru tey ungu, sum skulu mynda framtíðarsamfelagið, og tí er umráðandi, at tey menna síni evni at síggja nýggjar møguleikar, og at tey fáa amboð at taka við avbjóðingum, sum samfelagið setur. Og um bert nakrir fáir av hesum næmingum fáa ein neista til íverksetaralívið og byrja egna fyritøku, so er nógv vunnið og íløgan væl útgivin.

Mentamálaráðið og Íverksetarahúsið samstarva um at menna íverksetaraarbeiðið í fólkaskúlanum. SkúlaFM er ein vinnulig verkætlan sum setur tað at stovnseta egið virki í fokus. Ein verkætlan ið er við til at skapa eina íverksetaramentan í Føroyum og geva næmingum møguleika at royna seg sum sjálvstøðug vinnurekandi.

Tí er umráðandi at hetta samstarv við Mentamálaráðið og ikki minst fólkaskúlalærararnar framhaldandi verður líka gott, sum tað hevur verið síðan 2010. Lærararnir gera eitt stórt arbeiði og brenna fyri hesum og tað hevur alstóran týdning. Og Íverksetarahúsið vil í øllum førum gera sítt ítasta til at íverksetan kann gerast ein meiri integreraður partur av fólkaskúlanum. Kanska enntá fáa tað inn í námsætlanina. Vit hava allar fortreytir: dugnaligar næmingar, eldhugaðar lærarar og MMR sum stuðlar undir fíggjarliga.

Hava vit fokus á íverksetan í fólkaskúlanum, ganga vit einari bjartari framtíð á møti, tí Føroyar hava av sonnum tørv á dugnaligum og virkisfúsum íverksetarum fyri at skapa nýtt virksemi, nýggj arbeiðspláss og nýggjar inntøkur í Føroyum.