Íverksetan fyri tilflytarar

Íverksetarahúsið

j

22/05/2015

10329873_810571055622802_302710851728810321_o_0

Í vikuskiftinum verður spennandi skeið í Klaksvík fyri tilflytarar. Tá fer Íverksetarahúsið saman við Klaksvíkar kommunu at skipa fyri Startup International, har tilflytarar úr øllum landinum fara arbeiða við at seta nýtt virksemi í gongd í Føroyum.

Við nýggja integratiónspolitikkinum hevur Klaksvíkar kommuna lagt seg á odda, tá ið tað snýr seg um at taka ímóti fólki av útlendskum uppruna og at síggja tey sum part av samfelagnum, fult á hædd við restina av okkum.

Nú verður roynt at fáa tilflytarar í gongd at arbeiða við nýggjum hugskotum at seta nýtt vinnuligt virksemi í gongd í Føroyum. Fríggjadagin byrjar Startup International, har Íverksetarahúsið og Startup International bjóða tilflytarum úr øllum landinum at arbeiða við nýggjum hugskotum.

Tilflytarar hava serligar avbjóðingar av ymiskum orsøkum. Mál, siðir, lógir, mannagongdir í samband við skattlig viðurskifti og annað eru avbjóðingar, sum serliga gera seg galdandi fyri tilflytarar.

Á Startup International verður kunnað um neyðuga pappírsarbeiðið, mentanina í føroyska handilslívinum, ráð um hvussu tú skapar og mennir hugskotið, tú hevur við til skeiðið, umframt at professionelt íkast verður frá týðandi handilsfólki og bókhaldarum.

Startup International byrjar í býráðshøllini í Klaksvík fríggjadagin 22. mai 2015 klokkan 17.00, har Óluva Klettskarð, forkvinna í Vinnu- og Havnanevnd býráðsins, bjóðar vælkomið. Skeiðið heldur fram alt vikuskiftið, har virksemið verður bæði býráðshúsinum og Íverksetarahúsinum á Garðavegur 57.

Virðisløn til vinnandi hugskotið
Skeiðið endar við einum almennum tiltaki í býráðshøllini sunnudagin 24. mai 2015 klokkan 16:00, har øll eru vælkomin. Tá fara luttakararnir at leggja fram teirra vinnuligu hugskot fyri einari dómsnevnd, sum fer at meta um hugskotini. Jógvan Skorheim, borgarstjóri, fer síðan at handa vinnarunum eina virðisløn, sum er 10.000,- kr.

Enn eru pláss eftir. Tekning fer fram á [email protected] ella [email protected]. Luttøkan er ókeypis, og allir tilflytarar eru vælkomnir, líka mikið hvar í landinum, tú býrt.

Klaksvíkar kommuna og Íverksetarahúsið