Íverksetan á ferð í Keypmannahavn

Hevur tú eitt hugskot, eina verkætlan ella eina fyritøku?

Fríggjadagin 21. apríl kl 15:00 verða Íverksetarahúsið og Vinnuframi á Føroysku Sendistovuni í Keypmannahavn við ráðgeving og kunning um stuðulsmøguleikar.

Tiltakið byrjar við at Íverksetarahúsið stutt greiðir frá hvørja ráðgeving Íverksetarahúsið kann geva, og Vinnuframi kunnar um møguleikar fyri stuðli. Eftir framløgurnar er lagt upp til ein-til-ein prát har møguleiki er at seta spurningar og at fáa prát við Íverksetarahúsið og Vinnuframa.

Herfyri var nýggjur menningardepil fyri føroyskar íverksetarar settur á stovn á Sendistovuni á Norðuratlantsbryggjuni. Endamálið er, at skapa eitt íverksetaraumhvørvi fyri føroyskar íverksetarar, sum vilja vaksa út í heim og eisini útisetar, sum ynskja at flyta heim at byrja nýggjar fyritøku í Føroyum. Les meira um møguleikarnir á Sendistovuni her.

Tað er í hesum sambandi at Íverksetarahúsið og Vinnuframi bjóða útisetum møguleika til andlit-til-andlit ráðgeving á staðum. So hugsar tú um at gerast sjálvstøðugur, ella hevur tú egna fyritøku, og hevur brúk fyri at fáa greiðu á ymiskum viðurskiftum, hevur tú møguleika at koma á staðið og fáa ráðgeving og svar uppá flestu spurningar í hesum sambandi.

Tiltakið, sum er ætlað øllum við áhuga fyri íverksetan, verður fríggjadagin 21. apríl frá kl. 15:00 á Sendistovuni í Keypmannahavn.
Kaffi, bjór og annað gott verður at fáa. Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.