Hitt ein serfrøðing

Íverksetarahúsið

j

16/01/2017

Hósdagin, 19. januar frá kl 16:00 til 18:00, verður tiltakið ‘Hitt ein serfrøðing’ í Íverksetarahúsinum

‘Hitt ein serfrøðing’ er eitt tilboð um stutta ókeypis ein-til-ein ráðgeving. Serfrøðingar innan m.a løgfrøði, marknaðarføring, fígging og grannskoðan eru tilreiðar at geva tær 20 minuttir ókeypis ráðgeving ella sparring um tína fyritøku ella íverksetarahugskot.

Hesir ráðgevarar verða at hitta:

Óli Joensen er grannskoðari hjá grannskoðaravirkinum Januar. Óli er útlærdur Cand.Merc.Aud og hevur virkað sum grannskoðari síðan 2003. Hitt Óla til eitt ókeypis prát og hoyra nærri um tínar møguleikar innan bókhald, roknskap og grannskoðan.

 

 

 

Niels Uni Dam er stjóri og ráðgevi í Nudlavirki. Nudlavirkið hevur drúgvar royndir innan marknaðarføring og veitir samskiftisloysnir av alskyns slag. Herundir m.a. PR ráðgeving til fyritøkur, ráðgeving innan talgilda marknaðarføring og marknaðarføring á sosialu miðlunum. Hitt Niels Una til eitt ókeypis prát og hoyr nærri um tínar møguleikar innan marknaðarføring.

 

 

Frá TAKS hevur tú møguleika at hitta Garðar O. Justinussen og Nicholas Nielsen til eitt ókeypis prát og hoyra um tínar møguleikar at stovna virki ella rinda mvg og skatt. TAKS umsitur m.a. økir innan stovnan av virki, V-tal til fyritøkur, meiravirðisgjald og skatt av inntøkum.

 

 

Birita Sandberg Samuelsen, er advokatur hjá SÓKN Advokatum. Birita gjørdist cand.jur. í 2004 og varð lærd sum advokatur í juni 2011. Hitt Biritu til eitt ókeypis prát og fáa alt tað løgfrøðiliga uppá pláss.

 

 

Brynhild Absalonsen starvast sum samskipari hjá Vinnuframa, ið hevur til endamáls at stuðla vinnuni. Brynhild er útlærd cand.merc við sergrein í marknaðarførslu. Hitt Brynhild til eitt ókeypis prát um tínar stuðulsmøguleikar.

 

 

 

Frá BankNordik hevur tú møguleika at hitta Hermundur Johannesen vinnuráðgevi á Vinnulívsdeildin og Pól Mikkelsen kundaráðgevi á deildini í Klaksvík. Hitt Hermund ella Pól til eitt ókeypis prát um tínar møguleikar at søkja um lánsfígging.

 

 

 

Tiltakið er fyriskipað á tann hátt at tá ið tú møtur í Íverksetarahúsinum liggja seðlar tú kanst taka. Tú tekur teir seðlar tú kundi hugsað tær. Fyrstur kemur, fyrstur fær. T.d kanst tú taka ein seðil við løgfrøðiligari ráðgeving frá 16:00 til 16:20 og so ráðgeving frá grannskoðara frá 16:20 til 16:40. Tú kanst taka so nógvar seðlar sum tú vilt, tó bara ein frá hvørjum ráðgeva. So tað ræður um at møta í góðari tíð, og taka teir seðlarnar tú ynskir.

 

Íverksetarahúsið og Hugskotið